Handsmíðaðir knagar
Handsmíðaðir knagar
Tilgængelighed for afhentning kunne ikke indlæses
Handsmíðaðir knagar.
Avbera vakrir handsmíðaðir knagar. Knagin kann nýtast um alt húsið. Til dømis í køkinum til grýtulappar ella viskustykki. Til handklæði og lappar á baðirúminum. Í durinum til jakkan ella taskuna. Á verkstaðnum ella skrivstovuni til taskur, amboð, tól o.a.
Um vøruna
Knagin er handsmíðaður úr stáli í Smiðjuni á Heygnum í Kvívík og er viðgjørdur við linoljufernis, ið gevur eina vakra myrka og verjandi silkimatta útsjónd.
Knagin er sterkur og heldur til tungar lutir. Hugtakandi hamarsløg og snúningar geva knaganum egið lyndi og útstráling.
Nágreining
Knagarnir eru eyðmerktir við raðnummar, longd í cm og snið. H6 er 6cm langur, H7 er 7cm langur osfv. Eitt stk. er av hvørjum hóðast fleir eru nærum eins.
Tilfarið er stál og er tilevnað í ymsum støddum og sniðum.
Hol til skrúvu er Ø6 mm. Skrúva fylgir ikki við.
Share
