Handilstreytir
Handilstreytir
Sølu- og gjaldstreytir fyri Smilo
Smilo
á Heygnum 17
340 Kvívík
Tlf.: 275717
V-Tal: 419400
Hesar treytir eru galdandi fyri nýstlu av nethandlinum.
Tá farið er til kassan og tú hevur framt keypið, hevur tú eisini góðtikið allar treytir fyri nethandilin.
Gjalding
Tað er møguligt at rinda við gjaldskort ella bankaflyting.
Tá fari verður til kassan og bíleggingin er framd, fært tú eitt teldubræv við eini bíleggingarváttan. Har sært tú hvørjar vørur tú hevur bílagt.
Gevið gætur! Bíleggingarváttan er eitt sjálvvirkandi svar og ikki ein juridisk bindandi avtala. Hetta er bert ein kvittan fyri at bíleggingin er skrásett og móttikin. Vit tilskila okkum tí fullan rætt til at avlýsa bíleggingina uttan mun til orðsøk.
Bankaflyting má avgreiðast, fyri fulla upphædd, innan 5 dagar annars kann bílagda vøran verða seld øðrum og bíleggingin strika, er ikki onnur avtala gjørd. Gev gætur, at við vanligari bankaflyting kann ganga upp til tveir bankadagar til upphæddin er á konto hjá móttakara.
Fyri gjaldskort og aðrar online gjaldsloysnir, er vanligt at upphæddin fyrst verður avløgd (reservera). Upphæddin verður ikki trekt av kortinum fyrr enn bíleggingin verður avgreidd.
Eitt teldubræv verður síðan sent tá fult gjald er móttikið fyri vøruna og/ella tá bíleggingin er avgreidd.
Allar upphæddir eru í donskum krónum (DKK).
Veitan
Vit stremba eftir at tú fær vørurnar skjótast tilber eftir at vit hava móttikið fult gjald fyri bíleggingina.
Heintast kann í Kvívík (í pakkaskápið). Annar eftir eftir avtalu. Ring ella skriva fyri at avtala nærri.
Levering er við Posta ella við útkoyring. Flutningskostnaður er treytaður av nøgd av vørum, vekt og rúmd á vørunum, hvar vørurnar skulu leverast o.s.fr. Tú kanst altíð síggja samlaða veitingarkostnaðin, tá ið tú fer til kassa at rinda.
Meginreglan er at vøran verður útborðin so nær inngongd sum møguligt. Vørur sendar við Posta fylgja treytunum hjá Posta. Eru atkomumøguleikarnir á veitingarstaðnum ikki nøktandi, tilskila vit okkum rætt til at strika veitingina og eisini tænastur sum t.d. uppbering og/ella montering.
Váttan fyri móttøku kann verða kravd.
Iðranarrættur
Iðranarrætturin er 14 dagar og gongur út 14 dagar eftir at tú hevur móttikið vøruna ella í seinasta lagið 14 dagar eftir at vøran er send ella koyrd út.
Undantikið eru serframleiddar vørur, innsiglaðum vørum, ið brúkarin hevur brotið innsiglið av, og vørur, ið eru tiknar í nýstlu.
Neyðugt er at boða frá innan freistin gongur út við at senda teldubræv til smilo@smilo.com. Í fráboðanini skal tú geva okkum greið boð um at tú ynskir at nýta iðranarrættin.
Afturbering
Eru vørurnar sendar ella koyrdar út, skalt tú bera tær aftur til okkum uttan óneyðugar seinkingar og í seinasta lagi 7 dagar frá tí degi, tú hevur boða okkum frá, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt. Tú skalt sjálv/ur rinda útreiðslurnar í sambandi við afturberingina av vøruni. Freistin er hildin, um tú ber aftur vørurnar áðrenn teir 7 dagarnir eru farnir. Tú hevur ábyrgdina av vørunum til tær eru latnar inn aftur.
Standur á vøru við afturbering.
Keyparin ábyrgdast fyri virðisminking, ið stavar frá handfaring út yvir tað sum kann metast at verða neyðugt fyri at staðfesta um vøran er tann rætta. Hetta merkir at tú kanst síggja og handfara vøruna eins og í einum fysikum handlið.
Er vøran roynd, tikin í nýtslu ella handfarin útyvir tað sum áður er nevnt kann tað metast sum virðisminking og verður mótroknað. Tað merkir at endurgjaldið er minnið ella einki. Tað er upp til Smilo at meta um.
Endurgjald eftir iðran
Flutnings ella útberingarkostnaðir, um vøran longu er send ella útborin, verður ikki endurgoldin. Ein møguligt upphædd at endurrinda verður avgreitt skjótast møguligt, tó í seinasta lagi 14 dagar frá tí degi vit hava móttikið boð um iðran. Endugjaldið verður gjørt uttan ómaksgjald, og við sama gjaldsmiðli, ið tú nýtti til keypið. Ynskir tú annan útgjaldshátt, vinarliga set teg í samband við okkum. Vit tilskila okkum rættin til at afturhalda endugjaldið til vøran er móttikin.
Klagurættur
Hevur tú sum brúkari keypt vørur, hevur tú sambært reglunum í keypilógini 24 mánaðar klagurætt upp á allar vørur. Hetta merkir at tú antin kanst fáa vøruna umvælda, býtta um, fáa peningin aftur ella fáa avsláttur av prísinum, alt eftir tí ávísu støðuni. Tað er krav at klagan er heimila, og at mangulin ikki er íkomin orsaka av skeivum brúki av vøruni ella av aðrari skaðavaldandi framferð.
Fyri vørur við avmarkaðari livitíð er tín klagurættur avmarkaður til vanligu livitíðina fyri ta ávísu vøruna.
Finnur tú ein feil ella ein mangul við vøruni, tú hevur keypt, skalt tú skjótast møguligt seta teg í samband við okkum og greiða frá feilinum ella manglinum. Um tú klagar innan 2 mánaðir eftir, at vøran er móttikin, vil klagan altíð vera rættstundis.
Klagurætturin fellur burtur við skeivari ella óvanligari nýtslu av vøruni. Vit borga ikki fyri garantium, ið eru givin av triðjamanni.
Klagast kann við at seta seg í samband við okkum við at senda teldubræv til smilo@smilo.com.
Avgreiðslutíð og Force Majure
Tað kann henda at støður stinga seg upp, ið seljari onga ávirkan hevur á, t.d. veitingar hjá 3. parti, kríggj og náttúruvanlukkir. Um slíkar støður eru atvoldin til at vøra ikki kann veitast, ella verður tarna, tekur seljari onga ábyrgd av nøkrum tapi hjá keypara.