Veitan

Veitan

Vit stremba eftir at tú fær vørurnar skjótast tilber, eftir at vit hava móttikið fult gjald fyri bíleggingina. Samlaður veitingarkostnaður verður útroknaður og vístur við kassan, eftir at bústaður er innlisin og útberingarháttur valdur.

Heinta í Kvívík

Heintast kann í okkara pakkaskápið í Kvívík, uttan eyka kostnað. Tú fær boð tá pakkin er klárur at heinta.

Útkoyring við Posta

Vit senda við Posta kring alt landið. Útkoyringin er sera skjót og tú fær møguleika at fylgja sendingini. Flutningskostnaður er treytaður av nøgd av vørum, vekt og rúmd á vørunum, hvar vørurnar skulu leverast o.l.

Vegleiðandi kostnaður fyri smærri sendingar upp til 2 kg er kr 68.

Útbering 

Útbering er eitt tilboð um bíliga útbering til okkara nærumhvørvið.

Vit savna útberingar saman, tó í mesta lagið 10 dagar, til ein útberingardag. Á útberingardegnum verður alt borið út, á skynsamasta hátt. Í høvuðstaðarøkinum er útbering nærum hvønn gerandisdag.

Kostnaðurin er upp til kr. 29 alt eftir nøgd og hvar bíleggingin skal leverast.

Treytir fyri veiting

Meginreglan er at vøran verður útborðin so nær inngongd sum møguligt. Vørur sendar við Posta fylgja treytunum hjá Posta. Eru atkomumøguleikarnir á veitingarstaðnum ikki nøktandi, tilskila vit okkum rætt til at strika veitingina og eisini tænastur sum t.d. uppbering og/ella montering.
Váttan fyri móttøku kann verða kravd.