Uppsatsur til talerkar
Uppsatsur til talerkar
Tilgængelighed for afhentning kunne ikke indlæses
Uppsatsur til talerkar
Um vøruna
Vit hava øll okkara yndis talerkar, ið vit so fegin vísa fram. Hesin frálíki uppsatsur, í trimun hæddum, er til tínar yndis talerkar. Einfalda og vakra sniðið, ein vøkur ramma, ið prýðir um bæði talerkar og leskiliga matin. Vælgagnist.
Myndin er einans eitt dømi, ið vísir fylgjandi talerkastøddir: 16cm, 21cm og 27 cm.
Nágreining
Liturin er háglans hvítur. Uppsatsurin er smíðaður úr stáli í Smiðjuni á Heygnum í Kvívík. Mátini eru umleið L:36 cm, B:25 cm, H:48 cm.
Ovast er pláss til ein kakutalerk Ø15-19 cm. Mesta tvørmát innan í ringinum er Ø11cm
Í miðjuni er pláss til ein náttverðatalerk Ø19-23 cm. Mesta tvørmát innan í ringinum er Ø15cm
Niðast er pláss til ein døguratalerk Ø26-28 cm. Mesta tvørmát innan í ringinum er Ø19,5cm
Talerkar fylgja ikki við.
Soleiðis tekur tú mát av tínum talerkum
Máta tvørmát av talerkinum og tryggja tær at mátið hóskar til áðurnevndu støddir.
Vend talerkin á høvdið og máta fótin undir talerkinum og tryggja tær at tvørmátið hóskar til áðurnevndu støddir á ringum.
Share



